in.fo
Actions
Media Outlet details
| Scope | N/A |
|---|---|
| Language | Faroese, Icelandic |
| Country | Faroe Islands |
|
Similarweb UVM |
Request pricing |
|
Comscore UVM |
Request pricing |
Recent Articles
Search ArticlesOlju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir
Oljuprísurin er seinnapartin í dag farin upp um 105 dollarar fyri fatið. Hetta er mesti prísurin síðan í mai í ár. Orsøkin er ótryggleikin í Hormussundinum saman við minstu oljuframleiðslu í Saudi Arabia síðan 1990. Tað veit norska heimasíðan - www.e24.no - at siga. Lagt verður aftrat, at prísirnir á gassi samstundis eru teir hægstu síðan 2022.
Maria Beder er longu givin í Vali
Sambært íslendska hondbóltsmiðlinum, Handkastið er 20 ára gamli føroyski málverjin, Maria Beder longu givin í Vali. Hon byrjaði í Vali fyrst í august, men er sambært Handkastinum farin aftur til Føroya. Sannlíkt fer hon at spæla við H71. Anton Rúnarsson høvuðsvenjari hjá Vali segði undan kappingarbyrjan seg vera sera væl nøgdan við, at evnaríki málverjin, ið hevur staðið væl í H71 og á U20-landsliðnum var komin til Val.
Avvarðandi minst nøgd við eldraøkið í Havn
Frá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu: Samandráttur av frágreiðing, sum Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur handað kommununi Uppgávan hjá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi. Tí hevur ráðið vitja støð í kommununi, har eldri savnaðast og/ella búgva. Á tann hátt metti ráðið, at tað kundi hoyra, hvat rørist millum tey eldru, tá talan var um tey tilboð kommunan hevði til tey.
Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum
FSF skrivar: - Bjóðað verður til Impulsskeið, har evni er “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”. Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. september —————— TILMELDING Leygardagin 26. septembur frá klokkan 09:30 til 15:30 verður Smæran í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn karmur um impulsskeið, har evnið verður “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”.
Evropiski miðbankin hækkar rentuna – lán kunnu gerast dýrari
Evropiski Miðbankin, ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB hækkar rentuna. Fyrra hækkingin var í juni. Sambært Las Olsen, búskaparfrøðingi hjá Danske Bank, stúrir miðbankin helst fyri, at høgu orkuprísirnir fara at elva til størri inflatión. Tað kann henda, um aðrar vørur eisini dýrka, og løntakarar síðani krevja hægri løn.
260 fólk á Fólkaheilsuráðstevnu
Tað var ein av niðurstøðunum á Fólkaheilsuráðstevnuni, sum ÍSF, Heilsustýrið og Heilsu- og Orkumálaráðið skipaðu fyri í Kongshøll í gjár. Høvuðsevnið var "Rørsla á arbeiðsplássinum", og endamálið var at lýsa, hvussu rørsla kann gerast natúrligur partur av arbeiðsdegnum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, legði í setanarrøðuni dent á týdningin av at fáa rørslu inn í arbeiðsdagin, og at átøkini eru einføld, smidlig og viðkomandi.
SEXAGINTA: Hansina Iversen í Steinprenti
Sermerkta latínska framsýningarheitið SEXAGINTA merkir trýss og er heitið á seksti ára føðingardagsframsýningini hjá Hansinu Iversen, sum kann upplivast á tveimum hæddum í Steinprenti. Í erva hongur ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir. Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í meira enn tríati ár og tey flestu sambinda hana við abstrakta málningalist. Men hon er eisini grafisk listakvinna, sum hevur gjørt útivið hundrað prent í Steinprenti.
Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar
Fleiri túsund krónur um árið kunnu gera mun hjá lesandi og lærlingum, sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi og lærlingum. Hann vil hava greiði á, hvussu nógv ferðast til undirvísing í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta.
Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur
Løgmaður var í brúdleypi í Aberdeen, tá løgmanssteypið skuldi handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki. Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“. Sambært løgmanni varð spurnartekin í seinastu sending av „Stjórnini“ á FM1 sett við, hvørji privat ørindi vóru so týdningarmikil, at hann ikki kundi handa steypið. Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð leikt.
Fólkavøksturin trífaldaður – nú búgva 55.726 fólk í Føroyum
Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga lítlum fólkavøkstri er ferð komin á aftur. Undanfarnu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 253 fólkum. Vøksturin seinasta árið er sostatt góðar tríggjar ferðir so stórur. Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond.