Is this you? As a journalist, you can create a free Muck Rack account to customize your profile, list your contact preferences, and upload a portfolio of your best work.
Claim your profile
Articles by Heri Simonsen
Mauricio Pochettino hevur tikið út amerikanska HM-hópin
Amerikonsku HM-vertirnir eru í innleiðandi HM-bólki D saman við Paraguay, Avstralia og Turkaland. Ikki júst ein lættur bólkur hjá amerikumonnunum, ið rukku HM-áttandapartsfinaluni seinast teir vóru HM-vertir í 1994. Argentinski landsliðsvenjarin hjá USA, Mauricio Pochettino hevur tikið út amerikanska HM-hópin, ið er undir stórum trýsti at avrika væl. USA er nummar 16 á FIFA-styrkislistanum. Undan HM-endaspælinum spælir USA venjingardystir móti Senegal og Týsklandi.
HM: James Rodriguez er við í hópinum hjá Kolumbia
35 ára gamli veteranurin við 124 landsdystum og 31 málum, James Rodriguez er millum teir kosnu í HM-hópinum hjá Kolumbia. Kolumbia er í innleiðandi bólki K saman við Portugal, Usbekistan og Demokratiska lýðveldinum Kongo. Kolumbia er nummar 13 á FIFA-styrkislistanum. Undan HM-endaspælinum fer Kolumbia at spæla venjingardystir móti Kosta Rika og Jordan.
Her er HM-hópurin hjá Fílabeinsstrondini
Fílabeinsstrondin er í HM-endaspælinum í fótbólti hjá monnum í innleiðandi HM-bólki E saman við Týsklandi, Ekvador og karabiska landinum, Curacao. Undan HM-endaspælinum fer Fílabeinsstrondin at spæla ein venjingardyst móti Fraklandi.
HM: Tuchel hevur vrakað stór nøvn til enska hópin
Trent Alexander-Arnold, Luke Shaw, Harry Maguire, Phil Foden og Cole Palmer eru allir vrakaðir til enska HM-hópin, og tað hevur elvt til nógv kjak í Onglandi. Ongland er í innleiðandi HM-bólki L, har mótstøðuliðini vera Kroatia, Gana og Panama. Undan HM-endaspælinum spælir Ongland venjingardystir móti Ný Sælandi og Kosta Rika.
HM: Kevin De Bruyne og Belgia royna aftur
Belgia er í innleiðandi HM-bólki G saman við Egyptalandi, Iran og Ný Sælandi. 34 ára gamli miðvallarin, Kevin De Bruyne, ið hevur spælt 117 landsdystir og hevur skotið 36 mál fyri Belgia tekur enn eitt HM-endaspæl við liðnum, hvørs besta úrslit var HM-bronsan í 2018. Undan HM-endaspælinum spælir Belgia venjingardystir móti Kroatia og Tunesia.
HM: Her er hópurin hjá Gana
Gana er í innleiðandi HM-bólki saman við Onglandi, Kroatia og Panama. Gana er í løtuni nummar 74 á FIFA-styrkislistanum. Teir fáa tað trupult móti Onglandi og Kroatia, og so er spurningurin um teir gerast millum átta av 12 trýarum, ið vinna seg víðari í kappingini. Landsliðsvenjari hjá Gana er portugisiski, Carlos Queiroz, ið á sinni var hjálparvenjari hjá Sir Alex Ferguson í Manchester United. Týskvøldið spældi Gana javnleik 1-1 móti Wales.
HM: Her er avstralski hópurin
Avstralia er í innleiðandi HM-bólki D saman við vertstjóðini, USA, Paraguay og Turkalandi. Avstralia er nummar 27 á FIFA-styrkislistanum. Avstralia hevur megnað at vunnið seg til seks tey seinastu HM-endaspølini. Teir rukku áttandapartsfinalunum í 2006 og í 2022. Undan HM-endaspælinum spælir Avstralia ein venjingardyst móti Sveis.
HM: Her er hópurin hjá Paraguay
Paraguay er í innleiðandi HM-bólki D saman við vertstjóðini, USA, Avstralia og Turkalandi. Talan er um ein veruliga javnan bólk. Paraguay er nummar 40 á FIFA-styrkislistanum. Í annaðkvøld klokkan 23.15 spælir Paraguay venjingardyst móti Nicaragua, ið verður aðalroyndin undan HM-endaspælinum.
Her er iranski HM-hópurin
Iran er í innleiðandi bólki G saman við Belgia, Egyptalandi og Ný Sælandi. Iran er nummar 21 á FIFA-styrkislistanum. Teir flestu á liðnum spæla í heimligu fótbóltsdeildini. 29. mai vann Iran í einum venjingardysti 3-1 á Gambia.
VIDEO: Bodø/Glimt framdi eitt undur í Madrid (Champions League)
Fyri hálvumfjórða ári síðani tapti norska liðið, Bodø/Glimt 1-3 fyri KÍ við Djúpumýru í Klaksvík. Í kvøld hevur Bodø/Glimt framt eitt bragd av dimensjónum í deildarspælinum í Champions League. Á torførum útivølli móti Atletico Madrid á Metropolitano leikvøllinum eydnaðist tað Bodø/Glimt at vinna 2-1 á spanska fótbóltsrisanum. Norðmaðurin, Alexander Sørloth legði Atletico á odda, tá eitt korter var farið av dystinum. 19 minuttir seinni javnaði Fredrik Sjøvold til 1-1. Í 59.
Champions League: Øll tey ensku liðini vunnu
Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá ensku liðunum í Champions League í kvøld. Liverpool, Chelsea og Newcastle vunnu øll. Við tveimum málum syrgdi Harry Kane fyri, at Bayern München er næstfremst. Robert Lewandowski skoraði bæði mál og sjálvmál í útisigri hjá FC Barcelona í Prag.
VIDEO: Bodø/Glimt vann søguligan sigur á Manchester City
Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hevur Bodø/Glimt vunnið ein dyst í deildarspælinum í Champions League. Bodø/Glimt vann við einum framúr avriki 3-1 á Manchester City á Aspmyra leikvøllinum í Bodø. Danski Kasper Høgh gjørdist við tveimum málum stóra hetjan hjá Bodø/Glimt. HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
HM: Luis Suarez er ikki millum teir kosnu hjá Uruguay
Maðurin við 69 málum í 143 landsdystum fyri Uruguay sleppur ikki við til HM-endaspælið á hesum sinni. 39 ára gamli áleyparin, Luis Suarez má síggja HM frá áskoðaraplássunum. Uruguay er í innleiðandi HM-bólki H saman við evropameistarunum, Spania, Saudiarabia og Grønhøvdaoyggjum (Kap Verde). Uruguay er nummar 17 á FIFA-styrkislistanum, og hevur á tveimum sinnum, í 1930 og í 1950 vunnið kappingina.
Champions League: Liverpool tapti greitt - Mbappé skoraði fýra mál
Liverpool tapti greitt 1-4 fyri PSV á Anfield. FC Keypmannhavn knógvaði fyrsta sigurin, og Kylian Mbappé skoraði fýra mál í útisigri hjá Real Madrid. PSG vann í einum málríkum dysti 5-3 á Tottenham, ið var á odda bæði 1-0 og 2-1. Vit hava úrslitini og málskjúttarnar frá dystunum í Champions League, ið eru spældir í kvøld. FC Keypmannahavn-Kairat 3-2 (1-0) 1-0 Viktor Dadason ('26 ) 2-0 Jordan Larsson, br.
Champions League: FCK vann á Villareal á útivølli
Hetta gjørdist eitt flott norðurlendskt kvøld í Champions League við 3-2 sigri hjá FC Keypmannahavn í útidysti móti spanska liðnum, Villareal. Samstundis megnaði Bodø/Glimt á útivølli javnleik 2-2 móti Dortmund, ið var á odda bæði 1-0 og 2-1. Manchester City vann prestisjufullan sigur á útivølli móti Real Madrid, og Arsenal er einasta liðið við fullum stigatali í Champions League. Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins dystum, umframt stigatalvan.
Champions League: Atletico Madrid vann á útivølli
Níggju dystir eru í dag leiktur í Champions League. Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins dystum, umframt støðan.
32 lið skulu kappast í HM í fótbólti fyri felagslið í 2025
Komandi summar verður HM fyri felagslið í fótbólti hjá monnum í USA. Kappingin byrjar 15. juni og endar 13. juli. "FIFA Club World Cup" verður kappingin nevnd. 32 felagslið fara at kappast í átta innleiðandi bólkum. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari til áttandapartsfinalur. Eftir tað vera fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finala. Til HM fyri felagslið hevur FIFA droppað bronsudystin.
Drigið er til fyrsta umfarið í Carabao Cup
Carabao Cup - eisini kend sum Liga Cup - í Onglandi fer í gongd longu 12. og 13. august: Tá verður fyrsta umfarið leikt. Vinnarin av Carabao Cup fær eins og vinnarin av FA Cup kappingini rættin at kappast í Europa League. Premier League liðini eru ikki við í fyrsta umfarinum av Carabao Cup. HER er skráin fyri 1.
Her er skotski EM-hópurin
Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke hevur kunngjørt hvørjir 26 leikarar skulu manna skotska EM-hópin undir EM-endaspælinum í Týsklandi. Málverjin hjá Hearts, Craig Gorden og áleyparin hjá Liverpool, Ben Doak eru ikki millum teir kosnu. Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir Skotland setanardyst móti vertunum, Týsklandi. Hini liðini í bólkinum eru Sveis og Ungarn.
EM: Spanski venjarin hevur tikið út 29 leikarar
Spanski landsliðsvenjarin, Luis de la Fuente hevur tikið út 29 leikarar til EM-hópin. Pau Cubarsi, Fermin Lopez, Pedri, Ferran Torres og Lamine Yemal úr FC Barcelona, og Dani Carvajal, Nacho og Joselu úr Real Madrid eru millum teir, ið eru úttiknir. Spania er í innleiðandi bólki saman við Kroatia, Italia och Albania. Hópurin skal trimmast niður til 26 leikarar undan EM-endaspælinum. Her er spanski hópurin: Málverjar: Unai Simon, David Raya, Alex Remiro.
EM: Didier Deschamps hevur tikið út franska hópin
Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur tikið út hópin hjá Fraklandi til EM-endaspælið í Týsklandi. Frakland er í bólki saman við Eysturríki, Niðurlondum og Pólandi. Heldur óvæntað hevur Didier Deschamps tikið út miðvallaran, N'Golo Kanté sum ikki hevur verið við á landsliðnum síðani 2022. N'Golo Kanté spælir við Al-Ittihad í bestu saudisku fótbóltsdeildini.
EM: Kroatia leikti javnt og Spania vann stórsigur
Tað er háspenningur í innleiðandi EM-bólki B, ið verður leiktur í Mannheim. Aftaná tvey umfør hava Kroatia og Eysturríki trý stig hvør. Spania hevur tvey stig, meðan Rumenia einki stig hevur. Í dag leiktu Kroatia og Eysturríki javnleik, ið er eitt vónbrot fyri Kroatia, meðan Spania vann stórsigur á Rumenia.
EM VIDEO: Soleiðis vann Kroatia stórsigur á Spania
Kroatia skelkaði Spania í innleiðandi EM-bólki B í Mannheim við at vinna stórsigur við 10 málum. Talan er um størsta tapið hjá Spania í einum EM-endaspæli. Spania - Kroatia 29-39 (14-18) Spania: Aleix Gomez Abello 8, Agustin Casado Marcelo 4, Imanol Garciandia 3, Abel Serdio Guntin 3, Joan Canella Reixach 3, Jorge Maqueda 2, Angel Fernandez 2, Ian Tarrafeta 2, Adrian Figueras Treja 1, Kauldi Odriozola 1.
FA Cup: Tottenham og Manchester City møtast í 4. umfarinum
Drigið er til fjórða umfar í heimsins elstu fótbóltskapping, ensku FA Cup kappingini. Millum mest spennandi uppgerðirnar eru Tottenham-Manchester City og Chelsea-Aston Villa.
50 leikarar í Premier League vera burturstaddir í januar
Millum 12. januar og 10. februar verður asiatiska endaspælið leikt í Katar. Og millum 13. januar og 11. februar verður afrikanska endaspælið leikt í landinum, Fílabeinsstrondini. Heili 50 leikarar í Premier League vera burturstaddir við landsliðum sínum.
Her eru lutakøstini til Europa League og Conference League
Fyrr í dag var eisini lutakast til annað umfarið í bæði Europa League og í Europa Conference League. Banamennirnir hjá KÍ í bólki A í Europa Conference League, Slovan Bratislava møta eysturríkska liðnum, Sturm Graz.
HM: Norsku favorittarnir taptu fyri Fraklandi
Sunnudagin vóru seinastu dystirnir leiktir í millumbólki 2 í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, ið er í Svøríki, Danmark og Noregi í hesum døgum. Norsku HM-favorittarnir máttu leggja rygg til eitt tepurt tap móti Fraklandi. Slovenia gjørdist nummar trý í bólkinum við sigri á Eysturríki, og Angola gjørdist nummar fýra í bólkinum við sigri á Suðurkorea.
Úrslitini í kvøld og lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Carabao Cup
Níggju dystir vóru leiktir í triðja umfarinum í ensku ligasteypakappingini, Carabao Cup í kvøld. Newcastle vann ein glæsiligan 1-0 sigur á Manchester City. Liverpool og Arsenal vunnu seg eisini víðari til áttandapartsfinalurnar.
Show More
loading
Actions
Is this you?
As a journalist, you can create a free Muck Rack account to customize your profile, list your contact preferences, and upload a portfolio of your best work.Get in touch with Heri
Contact Heri, search articles and posts on X, monitor coverage, and track replies from one place.
Learn more about Muck Rack